Stjórin í Listasavninum gevst

Eftir einans tríggjar mánaðir í sessinum fer Mathea Hilduberg seinni í vikuni frá sum stjóri fyri Listasavn Føroya.

Í einum tíðindaskrivi boðar Mathea Hilduberg frá, at hon og nevndin fyri Listasavn Føroya eru vorðin samd um at stegða samstarvið frá komandi fríggjadegi at rokna. Hon sigur, at hon og nevndin ikki hava verið samd um raðfestingina av arbeiðinum fyri Listasavnið.

Vildi breiðka um inntøkugrundarlagið
Mathea Hilduberg sigur í tíðindaskrivinum, at hon fyri tað fyrsta hevði raðfest høgt at sjónliggera Listasavnið og at breiðka um inntøkugrundarlagið fyri savnið.
Víðari sigur skjótt fyrrverandi stjórin í Listasavninum, at hon hevði raðfest, at tað strategiska arbeiðið við m.a. at gera eina visión verður gjørt við útgangsstøði í gjøllari kanning av málbólkinum hjá Listasavninum.
Mathea Hilduberg sigur seg harmast, at hon ikki hevði meiri tíð til at føra sínar hugsjónir út í lívið.
Vit royndu í gjár at fáa fatur á Mathea Hilduberg ella formanninum í nevndini fyri Listasavn Føroya, Helga Fossadal, men tað eydnaðist okkum tíverri ikki.