Stjórin: Kringvarpið einki skeivt gjørt

Kringvarpið vísir aftur uppáhaldinum hjá Starvsmannafelagnum um, at Kringvarpið skal hava brotið setanarpolitikkin. Stjórin í Kringvarpinum vísir aftur uppáhaldið hjá Starvsmannafelagnum um, at ein journalistur verður settur í starv á nýggjárinum í stríð við almenna setanarpolitikkin.

- Allar reglur og ásetingar eru hildnar. Starvið sum journalistur hevur verið lýst leyst á framsíðuni á heimasíðuni www.kringvarp.fo í útvið ein mánaða, og harvið hava øll havt møguleika at søkja starvið, ið er sett sambært galdandi reglum, sigur Annika Mittún Jacobsen.

- Somuleiðis vil Kringvarpið enn einaferð sláa fast, at ætlaðu sparingarnar ikki kunnu samantvinnast við setanina av journalisti. Henda setan varð framd, tí eitt starvsfólk á Degi & Viku segði seg úr starvi í november mánaða, sigur hon.

Kringvarpsstjórin heldur, at tað er beinleiðis skeivt, tá Starvsmannafelagið førir fram, at nærum eingin sparing fæst við at siga átta fólkum úr starvi. Kringvarpið hevur longu gjørt alt fyri at avmarka talið á uppsøgnum, sigur hon.