Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line, sigur, at tað eru greiður fyrimunur við, at Norrøna fer nú at sigla til Hirtshals alt árið. Norrøna hevur siglt á Hanstholm seinastu 30 árini, men tann ferðaætlanin verður nú slept.
Stjórin sigur við Rás2, at havnin er veðurgóð og ferðafólkavinalig.
- Túrurin verður eisini tríggjar tímar styttri, og vit spara pengar, tí skipið nýtir minni olju.
Men flyta tit bara fyri at spara pengar?
- Nei. Tað er ein so kallað ?win-win sitaution?, tí vit spara pengar, og umstøðurnar eru betri.
Tú nevnir fleiri fyrimunir við havnini í Hirtshals. Hvat missa tit við at flyta úr Hanstholm?
- Hanstholm missir ein stóran part av sínum virksemi, men fyri okkara viðkomandi, so er hendan loysnin bara ein fyrimunur, sigur Rúni Vang Poulsen.