Sigurd Poulsen, stjóri á Hagstovuni, gevst nú í starvinum. Í mai mánað fyllir hann 70 ár, og fer tí frá.
Sigurd Poulsen byrjaði at starvast á hagdeildini í landsfyrisitingini í 1979 og gjørdist í 1988 stjóri fyri Landsbanka Føroya. Hann var stjóri í Landsbanka Føroya í 25 ár, frá 1988 til 2013. Í 2013 gjørdist Sigurd Poulsen stjóri á Hagstovu Føroya.
Starvið sum stjóri á Hagstovu Føroya er nú lýst leyst. Umsóknarfreistin er 3. februar.










