Útvarpið visti í gjár at siga, at stjórin í Ferðaráð Føroya hevur gjørt av at siga seg úr starvi. Einki var nevnt um orsøkirnar til, at hon hevur tikið avgerðina, men hon segði seg hava rokkið nøkur av teim málum, ið hon setti sær, tá hon tók við starvinum sum stjóri á Ferðaráð Føroya.
Annika Wardum Joensen tók við starvinum, tá táverandi stjórin Johan Mortensen tók við starvi hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Annika Wardum Joensen sat í áramálsettum starvi, og gekk sáttmálin út seinni í ár. Men hóast hon hevur valt at fara úr starvinum í úrtíð, so hevur hon játtað at starvast á Ferðaráðnum eina tíð enn, so hon m.a. kann seta komandi stjóra inn í viðurskiftini.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Anniku Wardum Joensen í gjár.