- Prísurin á feskum laksi er høgur, og tí hava vit góðan vinning í alipartinum, meðan í framleiðsluni av lidnum vørum hevur tað verið strævnari, tá prísirnir økjast so brádliga.
Soleiðis sigur stjórin í Bakkafrost samtakinum, Regin Jacobsen, nú úrslitini av 1. ársfjóðringi eru kunngjørd. Úrslitið var 83 milliónir krónur fyri skatt og 67 milliónir krónur eftir skatt.
Samanumtikið er stjórin væl nøgdur við tølini, sum vísa gongdina hjá samtakinum tríggjar teir fyrstu mánaðirnar av árininum, men tølini kundu verið hægri, um framleiðslan av lidnum vørum gekk betur.
- Prísurin á feska laksinum er hækkaður meir, enn vit fáa aftur fyri at framleiða lidnar vørur. Vit hava í hesum ársfjóðringinum mist einar 20 milliónir við framleiðslu av lidnum vørum, men eg vænti, at tá eitt ár er liðið, hava vit fingið tað aftur, sum vit missa nú, sigur Regin Jacobsen.
Hoyr alla samrøðuna við Regin Jacobsen niðanfyri.