– Tað hevur verið ein tilgongd frammanundan hesa avgerð, og báðir partar ynskja at samstarvið endar, sigur Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága Floghavn.
Fyri lítlari løtu síðani gjørdist greitt, at Jákup Sverri Kass er farin frá sum stjóri í Vága Floghavn.
Les eisini: Jákup Sverri Kass farin frá sum stjóri
- Orsøkin er bara, at vit eru komin ásamt um at enda samstarvið okkara millum. Tað er einki hokus pokus í hesum, nevnd og stjóri eru samd um avgerðina, sigur Kitty May Ellefsen.
Jákup Sverri Kass hevur verið stjóri síðani 2012. Nú hann er farin úr starvi vil hann einki siga, men vísir til nevndina.
- Eingin hevur gjørt nakað galið, vit eru bara samd um, at tað skal vera so, sigur Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna.
Ein stjóri er settur fyribils, og í næstum verður søkt eftir nýggjum stjóra til Vàga Floghavn.