Stjórin avger smakkin

Føroya Bjór fór í gjár undir at selja eitt nýtt slag av øl. Talan er um eina myrka pilsnarøl, sum hevur fingið heitið Føroya Bjór Classic. Stjórin á Føroya Bjór, Einar Waag, er væl nøgdur við smakkin, og tað hevur hann alla grund til at vera. Tað er nevniliga stjórin, sum sjálvur hevur tikið endaliga avgerðina um hvussu ølið skal smakka.

Klaksvíksbaseraða bryggjaríið Føroya Bjór var í gjár komið til Havnar at vísa seinasta skot á stammuni fram fyri fjølmiðlunum og øðrum. Við góðum íblástri úr Danmark, har øll bryggjaríini seinastu árini hava fingið eina "Classic" øl afturat úrvalinum, hevur Føroya Bjór arbeitt seg fram til eina uppskrift til eitt myrkari pilsnarøl.
Nýggja ølið er gott fyri teir gómarnar, sum onkuntíð hava hug at troyttast av ljósa pilsnarølinum. Smakkurin í Classic ølini er sterkari og meira rundur enn í ljósu pilsnarølini, nakað sum i gulløli, men styrkin er tann sama sum hjá vælkenda Veðrinum.
Einar Waag sigur, at Føroya Bjór arbeiddi í hálvtannað ár við at koma fram til eina hóskandi uppskrift. Hann hevur sjálvur verið partur av tí smakkipanelinum, sum hevur lagt tungu, góma og háls til menningina av uppskriftini, og nú ølið fyri fyrstu ferð kom í ølsølurnar í gjár, var Einar Waag vælnøgdur við úrslitið. Sjálvur dámar honum best Veðrin, men hann heldur at Classic ølin verður góð at hava sum variatiónsmøguleiki.
Grønu etikettina til nýggja ølið hava fólk á lýsingarstovuni Team 85 teknað.
Spurdur um hvør á Føroya Bjór tekur endaligu avgerðina um nær ein øl smakkar og sær út sum hon skal, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór:
- Tað geri eg.