Atlantic Petroleum hevur júst boðað frá, at Wilhelm Petersen, stjóri, er farin frá við virknaði beinanvegin. - Eg vil takka Wilhelm Petersen fyri hansara stóru hjálp til menningina av Atlantic Petroleum. Undir hansara leiðslu er felagið vorðið ein altjóða leikari í olju- og gassvinnuni við tveimum oljuøkjum longu í framleiðslu, og uppaftur tveimum oljuøkjum, sum væntandi koma í framleiðslu yvir tey næstu tvey til trý árini, sigur Birgir Durhuus, nevndarformaður í Atlantic Petroleum.
Einki verður sagt um, hvørt hann er uppsagdur, ella sjálvur hevur valt at fara frá. Tað verður sagt, at hann fer frá í »fullari semju millum báðar partarnar«.
Wilhelm Petersen fer frá við virknaði beinanvegin, men fer í eitt tíðarskeið upp á eitt ár at vera tøkur sum ráðgevi hjá felagnum.
Fyribilssettur stjóri er Sigurð í Jákupsstovu.
Nevndin fer beinanvegin í gongd við at leita eftir nýggjum stjóra, boðar felagið frá.










