Stjórin: Alt liggur í skeljasori

- Starvsfólkini eru kløkk og sjokerað, sigur stjórin á Varðin Pelagic

- Alt tað, sum vit saman við okkara starvsfólkum hava bygt upp, liggur nú skeljasori. Hetta er sera hart.

Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic á Tvøroyri við Kringvarpið.

Hann var staddur norðanfyri, tá ið eldurin kyknaði í morgun, men fór suður við tyrlu og hevur fylgt gongdini í dag.

- Eldurin kyknaði mitt í framleiðsluhøllini, meðan starvsfólkini høvdu kaffisteðg. Tá ið tey fóru aftur í høllina, var hon full av royki, og tá máttu bara rýma úr bygninginum sum skjótast. Tað gekk væl at fáa fólk út, og eingin fekk nakran skaða, sigur Bogi Jacobsen.

- Starvsfólkini eru kløkk og sjokerað, og tey ivast í, hvat nú fer at henda, og hvussu støðan er. Tað eru nógvir spurningar. Vit fáa svara nøkrum spurningum nú, aðrar spurningar fáa vit ikki svara í dag, men vit vóna at fáa greiði á øllm viðurskiftum innan fáar dagar, sigur Bogi Jacobsen við Kringvarpið.

Bogi Jacobsen sigur, at ein brandhurð steðgaði eldinum at breiða seg til frystigoymsluna og skrivstovuna. Umleið 50 fólk vóru til arbeiðis á Varðanum í morgun.

- Vit hava ongantíð ivast í, at virkið er bygt á rætta stað, og vit vilja byggja virkið uppaftur sum skjótast, sigur Bogi Jacobsen.