Størv
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Arbeiðsøkið hjá stjóranum verður at fyrisita kolvetnisleiting á føroyskum øki, at kortleggja, savna og varðveita jarðfrøðiligt tilfar umframt at granska, ráðgeva og kunna um jarðfrøðilig evni og viðurskifti, standa fyri og luttaka í vísindaligum kanningararbeiði av týdningi fyri markseting og fyri gagnýtslu av ráevnum og loksins at leggja til rættis umsiting av orkumálum, herundir at tilevna uppskot til komandi orkupolitikk og el-veitingarlóg.
Í dag situr Sigurð í Jákupsstovu sum stjóri fyri báðar stovnarnar. Hann varð settur
sum avloysari fyri Martin Heinesen, táverandi stjóra á Jarðfrøðissavninum, tá hesin fór í farloyvi til annað starv. Hetta var fyri eitt 2 ára skeið, sum nú gongur út.
Tá val varð útskrivað í fjør og Oljumálaráðið varð niðurlagt við nýggju samgonguni fór Herálvur Joensen, táverandi stjóri í Oljumálaráðnum í Fiskimálaráðið og varð heitt á Sigurð í Jákupsstovu um at taka sær av Oljufyristingini eisini, tvs. saman við starvinum á Jarðfrøðinssavninum.
Tá varð so eisini farið at tosa um at leggja stovnarnar saman í ein stovn. Nú er tað so komið hartil, at stovnarnir verða lagdir saman og skal tí ein stjóri røkja hesar báðar samanløgdu stovnarnar i framtíðini.