Stjóri leggur frá sær

Jákup Dahl-Olsen, stjóri hjá Pf. Leif Mohr, leggur frá sær 1. februar eftir 33 ár í starvi

Jákup byrjaði hjá Pf. Leif Mohr 1. februar 1970. Eftir at stovnarin av fyritøkuni, Leif Mohr, doyði í december 1978, varð Jákup settur tekniskur stjóri frá 1. januar 1979.
Jákup hevur seinastu 33 árini tikið lut í stórum pørtum av menningini av føroyska vinnulívinum og føroyska samfelagnum sum heild. Hetta bæði sum projekterandi og har Pf. Leif Mohr gjørdi el-arbeiði ella køli-arbeiði.
Flestu havnaútbyggingunum kring landið var Pf. Leif Mohr við í , eins og í teimum mongu flakavirkjum, ið bygd vóru um alt landið. Heilt frá Frostvirkinum í Norðdepli til Polarfrost í Vági.
Stórar byggingar eru eisini farnar fram hesi árini. Og gjøgnum sítt virkið hjá Pf. Leif Mohr hevur Jákup verið við í byggingini av til dømis Vesturkirkjuni í Havn, Norðurlandahúsinum og Hotel Føroyum.
Jákup hevur røkt álitisstørv fyri Havnar Handverksmeistarafelag. Fyrst sum tiltakslimur frá 1981-1993 og seinni sum nevndarlimur frá 1993-1999.
Eitt skifti var Jákup formaður í Føroya Verkfrøðingafelag, og eisini er Jákup føroyskt umboð í nevndini fyri Nordisk Vej Teknisk Forbund.
Nú Jákup fer frá, verður skipað fyri móttøku í hølunum hjá Pf. Leif Mohr á Hoyvíksvegi 53, fríggjadagin 31. januar millum kl. 16 og 18.