Norðoyastevnuaftan verður vanliga midnáttarsamkoman, tá hundraðtals fólk savnast í Vágstúni til felagssang, røðu, tónleik og fýrverk. Hetta er tað tiltakið á Norðoyastevnu, sum savnar flest fólk.
Tiltakið byrjar við kyndlagongd í Vágstúni, og so fer stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg, at flyta fram røðu. Aftan á verður fýrverk og felagssangur.