Stjórin í Marine Harvest í Føroyum, Ragnar Joensen, verður nú stjóri í heimsins størsta alisamtaki, Marine Harvest í Noregi. Hann er so smátt byrjaður í hesum starvi, og kemur at halda fram sum stjóri í føroyska partinum av fyritøkuni eisini. Ætlanin hjá honum og familjuni er at flyta til Noregs, haðani hann kemur at ganga á odda í eini risafyritøku, sum í fjør hevði ein umsetning á 8 miljardir krónur og eitt avlop í rakstrinum á 2 miljardir krónur.
Samtakið Marine Harvest í Noregi er fleiri ferðir so stórt, sum øll hin føroyska alivinnan tilsamans.
Útflutningshagtøl hjá Hagstovu Føroya siga, at føroyska alivinnan í 2010 útflutti og seldi sløk 35.000 tons av laksi ? og árið fyri var talið góð 40.000 tons.
Men hetta er bert ein brotpartur av teirri nøgd og soleiðis eisini tí umsetningi, sum risafyritøkan, Marine Harvest í Noregi, hevði í farna ári.
- Alivirksemið hjá Marine Harvest í Noregi røkkur frá suðurendanum í Noregi og heilt upp til Bodø-leiðina. Her verða ald umleið 220.000 tons av laksi. Aliøkini eru líka sum býtt upp í fýra regiónir.
Ragnar Joensen sigur, at hesar regiónir koyra sum sjálvstøðug feløg við smoltstøðum, aling og virkjum.
- Her arbeiða stívliga 1200 fólk, og regiónirnar høvdu í fjør ein samlaðan umsetning á 8 miljardir krónur. Árið í fjør eydnaðist sera væl, og samtakið kom í fjør við einum avlopi á góðar tvær miljardir krónur.
Føroyingurin, sum nú skal standa á odda fyri Marine Harvest í Noregi, sigur, at samtakið hevur virksemi í umleið 20 ymiskum londum kring um heimin.