"Um landstýrismaðurin í mentamálum Jógvan á Lakjuni ikki skal koma í søguna sum tann ringasti fíggindin hjá fríari pressu í landinum, skyldar hann Føroya fólki, at starvið verður boðið út, so væl kvalifiseraðir umsøkjarar eisini hava møguleikan at søkja. Eg helt, at tað var eitt krav, at tíðandi størv hjá tí almenna skuldu bjóðast út".
Í Sosialinum og Dimmalætting skrivaði stjórin á útvarpsrásini Rás 2, Petur Jacobsen, eitt hvassorðað lesarabræv, ið serliga var vent ímóti almenna útvarpinum, Útvarpi Føroya. Petur Jacobsen helt millum annað, at stjórastarvið í samanløgdu stovnunum ÚF og SvF eigur avgjørt at verið boðið út, so øll hava møguleikan at søkja stjórastarvið.
Stjórin á Rás 2 stendur eftir øllum at døma ikki einsamallur í málinum. Bæði formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, og formaðurin í Blaðmannafelagnum, Edvard í Skorðini Joensen, halda eisini, at landsstýrismaðurin eigur at lýsa stjórastarvið leyst.
Nýggjur stovnur
Í løtuni arbeiðir Mentamálaráðið við at broyta kringvarpslógina, so lógarheimild fæst fyri at leggja Útvarp- og Sjónvarp Føroya samankunnu. Sum skilst er Jógvan Jespersen farin undir fyrireikingarnar at leggja stovnarnar saman.
Gunnleivur Dalsgarð heldur,at tá Jógvan Jespersen er liðugur við skipa stovnarnar sum ein stovn, eigur stjórastarvið at lýsast leyst.
?Talan verður um ein fullkomiliga grundleggjandi nýggjan stovn, og tí skal stjórastarvið sjálvssagt lýsast leyst, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Gunnleivur byggir sína áskoðan á, at bæði fyrrverandi sjónvarpsstjórin, Mikkjal Helmsdal og útvarpsstjórin, Jógvan Jespersen, áður hava sagt, at ÚF og SvF eiga at virka hvør í sínum lagi, tí uppgávurnar hjá stovnunum er grundleggjandi ymiskar.
?Tað sigur seg sjálvt, at tá stovnarnir áður hava kunnað virkað hvør sær, tí uppgávurnar hava verið ymiskar, og nú brádliga skulu leggjast saman, verður talan um ein grundleggjandi nýggjan stovn, og tá skal starvið lýsast leyst heldur, formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Nýggjar kreftir
Gunnleivur Dalsgarð heldur, at tað hevði tænt samanlagda stovninum væl, at stovnurin fekk møguleika at fáa bestu kreftirnar inn á nýggja stovnin.
?Tað er ein skylda hjá tí almenna at royna at fáa tey bestu fólkini til størvini. Sjálvsagt skulu øll hava møguleika at søkja nýggja starvið. Okkara felag hevur nógv fólk sum arbeiðir har, og vit ynskja sjálvsagt bestu arbeiðstreytir fyri okkara limum.
Gunnleivur Dalsgarð vónar, at Jógvan á Lakjuni tekur boðini frá Starvsmannafelagnum til eftirtektar, og lýsir starvið leyst eftir, at Jógvan Jespersen er liðugur við tilrættarleggja samanleggingina.
Samdur
Føroya Blaðmannafelag hevur fleiri áhugalimir, sum arbeiða í Sjónvarpi Føroya og Útvarp Føroya. Formaður felagsins, Edvard í Skorðini Joensen, tekur undir við Gunnleivi Dalsgarð
?Tað er vanligur setanarpolitikkur, at øll almenn størv skulu lýsast leys, og tí er eingin ivi um, at stjórastarvið eigur at lýsast leyst. Tað er kortini einki sum forðar Jógvani Jespersen at søkja og fáa starvið, heldur formaðurin í Blaðmannafelagnum.
Edvard í Skorðini vísir á, at í løtuni er Jógvan Jespersen bert settur sum fyribilsstjóri, og tá fyrireikingararbeiðið er av, verður talan um nýggjan stovn, sum ferð at hava stórar broytingar við sær, og tá skal starvið lýsast leyst.