Í sambandi við stjóraskifti í Vinnuhúsinum var skipað fyri móttøku seinasta fríggjadag, har nógv fólk stukku inn á gólvið at heilsa upp á nýggja og fráfarandi stjóran.
Marita Rasmussen hevur tikið við sum stjóri eftir Jan Mortensen, sum seinastu 10 árini hevur verið stjóri í Vinnuhúsinum. Hann er farin í starv hjá Føroya Tele sum stjóri í FT Samskifti, ið hevur um hendi menning, sølu og marknaðarføring av tænastum hjá fyritøkuni.
Marita er 40 ára gomul og útbúgvin fiskivinnufrøðingur á lærda háskúlanum í Tromsø í 1993. Umframt hesa útbúgving hevur hon eisini tikið Master of Management við Robert Gordon University í Aberdeen.
Seinastu trý árini hevur hon starvast sum samskipari í Vinnuhúsinum og serliga tikið sær av áhugamálunum hjá Ráfiskakeyparafelagnum, Havbúnaðarfelagnum og KF-felagnum.
Í eini tvey ár arbeiddi Marita sum samskipari í Vinnuhúsinum, og hon hevur eisini arbeitt í Fiskimálaráðnum. Av øðrum starvsroyndum kunnu nevnast, at hon hevur arbeitt við sølu-og marknaðarføring av alifóðuri, hevur verið samskipari innan fiskivinnugransking, og arbeitt sum ráðgevi og verið góðskuleiðari hjá Føroya Fiskavirking.
Marita Rasmussen segði m.a. í røðu síni at Vinnuhúsið er í dag ein aktivur luttakari í føroyska kjakinum, umframt at tað luttekur í at tillaga føroyskar vinnukarmar til framtíðina - tað fara vit framhaldandi at gera. Vinnufeløg, sum umboða aðrar vinnur enn tær traditionellu, eru løgst afturat m.a. KT-vinnuna og reklamuvinnuna - og er tað sera gott.
Vinnuhúsið fer framhaldandi at leggja dent á at vera savnandi fyri alla føroyska vinnu. Tí ynskja vit, at enn fleiri arbeiðsgevarar koma við í Vinnuhúsið. Hetta fyri at fáa eina enn sterkari vinnurødd, segði Marita Rasmussen.