Trygd boðar í tíðindaskrivi í dag frá, at Janus Thomsen fer úr starvið sum stjóri beinanvegin. Hann hevur valt at royna nýggjar leiðir.
Í hansara stað er settur 37 ára gamli Brian Smedemark. Hann hevur seinastu árini verið marknaðarstjóri í Tele-Post í Grønlandi og áðrenn tað fíggjarstjóri í Føroya Tele. Hann byrjar í starvinum beinanvegin.
- Janus hevur verið ein fyrimyndarligur stjóri og starvsfelagi, og hann hevur uppiborið stóra tøkk og virðing fyri sítt arbeiði og tey mongu góðu úrslit, ið hann hevur rokkið. Hann hevur ment nýggjar og slóðbrótandi tryggingar, økt um kundaskaran og styrkt kappingarstøðuna hjá felagnum munandi. Tað er sostatt eitt sterkt og nýhugsandi Trygd, sum vit nú kunnu lata upp í hendurnar á nýggju leiðsluni at føra víðari fram á leið, sigur Turið F. Arge, nevndarforkvinna í Trygd.
Stine Bosse, nevndarforkvinna í BankNordik, er eisini nevndarforkvinna í Tele-Post í Grønlandi.
Hetta verður fráboðað í ársroknskapinum hjá Trygd. Úrslitið áðrenn skatt var 14,6 milliónir krónur, samanborið við 0,3 milliónir krónur í 2016.