Stjóraskifti í Suðuroyar Sparikassa

Fríggjadagin var móttøka í Suðuroyar Sparikassa í sambandi við at ein stjóri er farin úr starvi og ein annar hevur tikið við

Móttøka

Fríggjadagurin var ein mekisdagur fyri Suðuroyar Sparikassa. Sparikassin hevði bjóðað til almenna móttøku í sambandi við at Mikkjal Sørensen nú er farin ur Starvi og Søren Lúnell Bruhn hevur tikið við.
Rættiliga nógv fólk var samankomið at biðja fráfarandi stjóranum farvæl og at ynska nýggja stjóranum vælkomnum.
Har vóru bæði politikarar, vinnulívsfólk, umboð fyri aðrar peningastovnar og onnur.
Táið formaðurin fyri umsjónarráði Sparikassans, Lars Djurhuus, beyð Mikkjali farvæl helt hann, at stjórin kundi vera errin av teimum 19 árunum, hann hevði sitið sum stjóri fyri stovnin.
Tá ið Mikkjal tók við sum stjóri í 1985 arbeiddu fýra fólk í Sparikassanum. Nú hann leggur frá sær, eru tey 16.
Samstundis hevur Mikkjal megnað at økt fíggjarjavnan hjá Sparikassanum úr 90 milliónum í 1985, upp í 375 krónur í ár og eginpeningurin er øktur úr 9,67 milliónum, upp í yvir 40 milliónir.
Í 1985 vóru innlánini 82 milliónir og nú eru tey góðar 420 milliónir, útlánini vóru 78 milliónir og nú eru tey 270 milliónir.
Somuleiðis eru deildir lætnar upp í Porkeri og í Havn, og ætlanir eru nú um at lata onkra deild upp afturat uttanfyri Vág.
Nýggi Stjórin, Søren Lúnell Bruhn, samanbar Mikkjal við ein stýrimann, sum hevði megnað at stýrt Sparikassan snikkaleysan ígjøgnum tær sera truplu tíðirnar fyrst í nítiárunum, hóast nøkur góð ár eisini hava verið.
Sjálvur kendi hann seg sera vælkomnan í Sparikassanum og hann vónaði, at hann kundi geva Sparikassanum okkurt nýtt.