Í góðveðrinum á Tvøroyri fríggjadagin var móttøka í sambandi við, at Dánjal Andreasen tekur við sum stjóri hjá Strandferðsluni eftir Jákup Danielsen Móttøkan var í nýumvælda og stásiliga bygninginum, sum nú hýsir Strandfaraskipum Landsins. Bæði fráfrarandi og komandi stjóri søgdu nøkur orð, umframt at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, flutti fram røðu, har hann takkaði Jákupi Danielsen fyri tíðina og ynskti Dánjali Andreasen vælkomnum.
Dánjal Andreasen, sum er úr Leirvík, tekur við starvinum longu týsdagin 6. mai. Hann kemur úr einum starvi sum deildarstjóri á Skipasmiðjuni á Skála, og var í nøkur ár FSF-forseti.
Sí eisini myndarøð her á síðuni.