Í dag hevur nevndin á Smyril Line avgjørt at seta Peter Holm í starv sum nýggjan stjóra á Smyril Line Peter Holm er 39 ár og útbúgvin Cand.Merc. í fígging og rokniskapi. Seinastu átta árini hevur hann starvast sum stjóri á Kaupting í Føroyum.
Samstundis er Rúni Vang Poulsen settur sum varastjóri í felagnum. Rúni er 32 ára gamal og hevur seinastu trý árini starvast sum fíggjarstjóri á Smyril Line.
Seinastu árini hevur Smyril Line ikki megnað at givið eitt munagott avkast til partaeigarnir hjá felagnum, og hetta er ikki nøktandi.
Í arbeiðnum við at venda gongdina hjá felagnum hevur ósemja tikið seg upp ímillum fráfarandi stjóra, Andras Róin, og nevnd felagsins og eru partarnir vorðnir samdir um at enda samstarvið.