Seinasta fríggjadag var móttøka í sambandi við, at Jón Simonsen tók við starvinum sum stjóri á Skyn 1. oktober
Fitt av fólki høvdu leitað sær inn í hølini hjá Skyn fríggjadagin, har móttøka var fyri Jón Simonsen í sambandi við, at hann tók við sum stjóri í meklarafyritøkuni hjá BankNordik 1. oktober.
Jón Simonsen kom frá kappingarneytanum hjá Skyn, og hevur starvast innan vinnuna í eini tíggju ár.
Nýggi stjórin er eisini kendur frá ítróttaheiminum og hevur millum annað staðið á odda fyri besta liðnum hjá ÍF í Vodafondeildini.
Jón Simonsen er fuglfirðingur og koyrir ímillum heimbygdina og arbeiðsplássið.
Á móttøkuni nýtti stjórin í BankNordik, Suni Schwartz Jacobsen, høvi at siga nøkur orð.










