Stjóraskifti á Repro-Z

Nýggi stjórin á Repro-Z er 30 ára gamli Erling Eidesgaard av Tvøroyri

STJÓRASKIFTI

Nevndin á Repro-Z hevur gjørt av at seta Erling Eidesgaard, sum farna árið hevur virkað sum sølu- og marknaðarstjóri í fyritøkuni, sum stjóra. Hann avloysir Jákup Zachariassen, ið hevur sitið sum fyribils stjóri seinasta árið.
Erling Eidesgaard er 30 ára gamal, ættaður av Tvøroyri og útbúgvin sivilverkfrøðingur. Hann hevur sergrein í vørumenning. Áðrenn Erling gjørdist partur av starvshópinum á Repro-Z í fjør, starvaðist hann sum »Mechanical Designer« hjá Bang & Olufsen í Danmark.
Erling Eidesgaard tekur við starvinum komandi týsdag, 10. september 2002. Jákup Zachariassen, sum stovnaði Repro-Z í 1990, fer nú frá eftir egnum ynski, fyri at fáa betri stundir at fáast við annað skapandi virksemi í fyritøkuni.
Seks fólk eiga P/f Repro-Z. Tey eru Jákup Zachariassen, Torkil Johannesen, Eyðsvein Joensen, Hjalti á Lava, Eyðun Miðberg og Erling Eidesgaard. Tilsamans eru 15 fólk í føstum starvi á Repro-Z.
P/f Repro-Z er eitt miðlahús við trimum deildum. Kreativa deildin framleiðir heildarloysnir innanfyri lýsingarøkið. Grafiska deildin framleiðir allar prentlutir og tænir annars kreativu deildini eitt nú við skanningum, myndaviðgerð o.s.fr. Tøkniliga deildin framleiðir m.a. margmiðlafløgur, heimasíður og forrit. Harumframt hevur Repro-Z eisini upptøkuhølið - JakZac - ið stendur fyri føroyskum tónleikaútgávum.