Stjóraskifti í Løðuhandlinum

Løðuhandilin í Sørvági hevur fingið nýggjar stjórar, skrivar Business-Line. Tað eru Limberg Michelsen og Louisa Súsanna Golightly, sum hava tikið yvir stjórastarvið í handlinum frá Eyðuni Løwendal Rasmussen. Hann er samstundis eisini farin úr nevndini í partafelagnum, saman við Eyðbirni Løwendal Rasmussen, Litzie Paulu Lamhauge og Jógvan Herjólvi Løwendal-Rasmussen.

 

Annars eru broytingarnar í partafelagsskránni hesa vikuna merktir av, at fleiri feløg eru strikað, farin konkurs ella í likvidatión.

 

Eitt nýtt smápartafelag er skrásett. Tað er Sp/f Meklarin, sum Sigtór Andreasen hevur stovnað og er stjóri í.

 

Allar broytingarnar eru at lesa her.