Marni er 35 ára gamal og útbúgvin skipsførari. Hann hevur siglt sum stýrimaður og lærdi til skipsverkfrøðing í Danmark.
Síðan hevur hann starvast hjá Tórshavnar Skipasmiðju, var stjóri á Skála Skipasmiðju í tvey ár, men seinastu tíðina hevur hann verið á Skipasmiðjuni í Havn.
Marni sigur, at hann gleðir seg til nýggju avbjóðingina og at royna okkurt nýtt, hóast hann veit, at bilabransjan er strævin, og ein krevur at gera sítt besta fyri at røkka góðum úrsliti.
Síðan VR Bilar varð stovnað hevur ein av eigarunum av fyritøkuni, Sverri Steintún verið stjóri.
Hann sigur, at hesi árini, meðan hann hevur verið við til at bygga fyritøkuna upp, hava verið strævin, men tó sera áhugaverd og lærurík.
Hann heldur tó áfram sum nevnardarlimur og medeigari.
Áðrenn Sverri kom til VR Bilar, arbeiddi hann hjá Statoil frá 1996-2000. Nú fer hann so aftur í starv har á høvuðsskrivstovuni hjá Statoil á Viðarnesi sum sølustjóri við ábyrgd av sølu og marknaðarføring. Hann gleðir seg til "nýggju" avbjóðingina á kendum leiðum.
Sverri sigur, at VR Bilar fekk eina strúkandi byrjan, fyrsta árið seldu teir 100 nýggjar bilar og annað árið 128.
VR Bilar selja Volvo persónbilar, lastbilar og bussar og Renault persón- og vørubilar, minibussar og 7-persónabilar.
Renault er mest selda bilmerki í Europa, og teir hava eisini fullfíggjaða vøruvognsskrá.
Volvo er nógv mest selda lastbila- og bussmerki í Føroyum seinastu árini.
So gott sum allir býbussarnir eru Volvo, og flest allir bussarnir hjá Bygdaleiðum eru Volvo.
VR Bilar hevur bæði lastbila- og persónbilaverkstøð, ið eru mannaðir við 5-6 mekanikarum á hvørjum verkstaði.
Verkstøðini eru fult uppdateraði við seramboðum og útbúgving av starvsfólkum.
Vit hava roynt at geva kundanum góða og álítandi tænastu, og at kunnu loysa allar kompliseraðar trupulleikar, ið kunnu uppstanda.
Jóhann Wolles úr Havn er verkførari á persónbilaverkstaðnum, meðan Torleif Nón úr Rituvík er verkførari á lastbilaverkstaðnum. 18 starvsfólk arbeiða í fyritøkuni.
Sverri sigur, at teir frá byrjan í 2001 hava roynt at betra tænastustøðið. Alt er ikki fullkomið enn, men vit royna at betra okkum hvønn dag.
Í hesum sambandi eru hølir okkara nýliga umbygd, og her er vorðið sera snotuligt. Goymslan er nú í dupult so stórum hølum sum áður.
Bilasølan og framsýningarhølini eru umbygd og víðkað munandi við tilhoyrandi søluskrivstovum, kundamóttøku til inn- og útskriving til verkstaðin, og einum vøkran hugnakróki til kundarnar at bíða og stytta sær stundir við at fáa sær ein kaffimunn og lesa okkurt.
Nú kunnu seks bilar standa í framsýningarhølunum móti bert trimum áðrenn
umbyggingina.
Nýggjur kundamóttakari er eisini settur.
Sverri sigur, at nógv nýggj modell eru á skranni sum t.d. Volvo S40 og V50, spildurnýggjur Renault Modus, nýggjur Scenic - nú eisini sum 7- persónabilur og facelift til Renault Kangoo, sum eisini fæst til 6 og 7 persónar.
Beint nú eru nøkur sera góð tilboð uppá Renault Laguna.
Eigarar av VR-Bilum eru: P/F Sæborg, Dekksentrið, Sverri Steintún, og Helgi Justinussen.










