Jógvan Hugo
Gardar, Oslo
Tað er ein royndur stjóri, sum nú skal inn í konsernstjórastarvið í Statoil. Olav Fjell hevur fyrr verið í ódnarveðri. Hann stóð á odda fyri Kongsberg Våpenfabrikk (KV), tá hendan kom í fíggjarliga orkan. KV skramblaði saman sum eitt korthús í 1987 og varð býtt upp í smærri eindir. Frá 1982 til 1987 var Olav Fjell fíggjarstjóri hjá KV.
Hóast hansara leiklut í tíðini fram til húsagangin, so vísti Olav Fjell seg sum ein góðan bankamann, tá ruddast skuldi upp í KV. Fyrst fekk Bergen Bank eygu á hann, síðani Den Norske bank og seinastu tíðina hevur hann verið ovast stjóri í Postbankanum.
Ongantíð á boripalli
Olav Fjell hevur onga serliga vitan um oljuvinnuna, og hevur ikki vitjað á einum boripalli. Hetta kemur hann uttan iva at gera í tíðini sum kemur.
Men so er tað heldur ikki oljuvitanin, sum hevur fingið hann inn í nýggja starvið. Heldur er tað fíggjarligi dugnaskapurin og hansara vitan um ídnað og kanska ikki minst, at hann ikki kann teingjast uppí nakran ávísan politiskan flokk. Hetta er fyrstu ferð, at Statoil-stjórin ikki hevur eina fortíð sum limur í onkrum politiskum flokki.
Fyrsta uppgávan hjá Olav Fjell verður at syrgja fyri. at privatiseringsdreymarnir hjá statoil-nevndini gerast veruleiki.
Broytingar í leiðsluni
Harald Norvik, sum nú gevst sum Statoil-stjóri, tekur við sær sín nærmasta varastjóra. Hetta merkir, at leiðslan í Statoil broytist fullkomiliga, men Olav Fjell vil ikki siga, um hann vil skifta út aðrar stjórar.
- Hetta skal eg nú kanna eftir. Eg kenni ikki nóg væl leiðsluna í fyritøkuni, segði Olav Fjell, tá hann bleiv útnevndur til stjóra.
Statoil-nevndin hevur seinastu tríggjar mánaðirnar arbeitt við at finna ein nýggjan stjóra. Nevndarformaðurin, Ole Lund, sigur at teir byrjaðu við einum lista uppá 80 møgulig stjóraevni, men at Olav Fjell skjótt gjørdist tann, sum tey ynsktu.
Olav Fjell er longu farin til arbeiðis í Statoil, men hann gerst stjóri tann 24. september. Fram til tá skulu Olav Fjell og fráfarandi stjórin Harald Norvik, arbeiða saman.