Virkið, P/F Sofus M. Jakobsen ráðgevandi verkfrøðingar FRI, byrjaði í august 1969. Áðrenn tað hevði Sofus M. Jakobsen arbeitt hjá donskum ráðgevarafeløgum í 8 ár.
Virkisøkið hjá P/F Sofus M. Jakobsen er ráðgeving, projektering, byggi- og projekteringsleiðsla. Í seinastuni hava eisini uppgávur verið innan umhvørvis- og tilbúgvingarætlanir.
Projekteringsarbeiði umfatar ventilatión og HVS innleggingar, sprinklaraskipanir, køvigassskipanir, køliverk, neyðstreymsverk, CTS-skipanir, vatnveitingar, kloakkskipanir og fjarhitaskipanir.
Síðani virkið byrjaði, hevur tað verið við í fleiri enn 500 smærri og størri verkætlanum, har nakrar av størri verkætlanunum eru vatnverkið í Villingadali, fjarhitaskipanin í Havn, útbyggingin á Landssjúkrahúsinum og nú bygningurin hjá Føroya Tele í Hoyvík.
Tá flest fólk vóru á teknistovuni í 1989, vóru tey 13 í tali, bæði verkfrøðingar og tekniskir hjálparar. Í dag eru 8 verkfrøðingar í starvi.
Umframt at hava verið stjóri hevur Sofus eisini sitið í stýrinum hjá FRI í tvey skeið. FRI er felagið hjá ráðgevandi verkfrøðingum í Danmark.
Virkið roynir at vera við innan nýggjastu tøkni og í menningini av nýggjastu samstarvsformum.
Í sambandi við stjóraskiftið verður bjóðað til móttøku á teknistovuni hjá P/F Sofus M. Jakobsen, J.H. Schrøtersgøta 22, fríggjadagin 26. september frá kl 15-17.