Stjóraskifti á Formula.fo

Stjórin og nevndarformaðurin á Formula.fo býta um sess. Torkil Holm Petersen, sum hevur verið við í fyritøkuni heilt frá byrjan, verður frá 1. mars at roknað nevndarformaður Í tíðindaskrivi verður sagt, at skiftið er sambært ynski frá Torkilli Holm Petersen, sum ynskir at brúka meiri av síni tíð til nýggja bygningin, sum felagið letur byggja á Boðaneshamri og til at menna útlendska partin av Formula, Formula International.

Nevndin hevur valt at gingið ynskinum hjá stjóranum á møti, og avgjørt at skeringsdagurin verður 1. mars. Eftir hendan dag verður Torkil Holm Petersen soleiðis nevndarformaður í Formula.fo og Hákun Steingrímsson stjóri.

Torkil Holm Petersen hevur verið stjóri í Formula.fo, síðani felagið varð stovnað. . Felagið hevur nú í mong ár hat høvuðssæti í Stiðjagøtu í Havn. Men sum fyritøkan hevur ment seg til fremstu KT-fyritøku í landinum og hevur alt fleiri fólk í starvi, eru karmarnir vornir ov trongir. Formula.fo hevur tí gjørt av, at byggja ein nýggjan tíðarhóskandi bygning á Boðaneshamri.

Samstundis er skøtil settur á at altjóðagera Formula.fo. Felagið er, saman við Føroya Tele, Eik og Tryggingarfelagnum Føroyar, drívmegin aftanfyri P/F Formula International, sum fyritøkurnar saman hava sett á stovn og reka. Torkil Holm Petersen er stjóri í Formula International og fær nú betri stundir til hetta arbeiðið.

Hákun Steingrímsson skal sum stjóri taka sær av dagliga rakstrinum á Formula.fo, og harumframt virka fyri at flætta arbeiðið á Formula.fo meira saman við virkisøkið hjá Føroya Tele og hjá Norriq.