Stjóraskifti á bryggjuni

Katrin Elsubudóttir Heinesen verð­ur nýggj­ur stjóri

Anders Berndtsson hevur av persónligum orsøkum og eftir gjølla umhugsan valt at seg úr starvi sum stjóri á Norðurbryggjuni.
Karin Elsubudóttir Hein­e­sen hevur takkað ja til tilboðið um at taka við stjó­r­a­starvinum og teku­r við 1. mai. Karin er 42 ára gomul og ættað úr Klaks­vík. Hon hevur exam.art prógv í Norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum av Fróð­skap­arsetri ­Føroya, og cand.mag. prógv í Lista- og mentanarvísund av lærda háskúlanum í Keyp­mann­a­havn. Seinastu 10 árini hevur hon starvast á Norð­ur­bryggjuni, og sjey tey sein­astu árini hevur hon verið mentanarstjóri.