Stjórarnir eru menn

Nógv teir flestu almennu stjórarnir í Íslandi eru menn Hóast Ísland var tað fyrsta landið, ið valdi eina kvinnu til ríkisleiðara, hava myndugleikarnir ilt við at hava javnvág ímillum kynini, tá talan er um almenn stjórastørv, sum hoyra undir tey ellivu aðalráðini í stjórnini.

Í einum svari upp á ein fyrispurning í Altinginum sæst, at av teimum 201 stjórastørvunum undir teimum ellivu aðalráðunum eru 141 mannað við monnum, og kvinnur røkja so hini 60. Við øðrum orðum eru 70 prosent av stjórunum menn.

Í svarinum sæst eisini, at tað er rættiliga ymiskt frá einum aðalráði til annað, hvussu kynsbýtið er. Tann størsti skeivleikin er í umhvørvismálaráðnum, har 11 av teimum 12 stjórunum eru menn, skrivar Vísir.