Tað hevur verið rættiligt stórvask í Eik hesa síðstu løtuna.
Í hesum sambnandi eru báðir stjórarnir, Marner Jacobsen og Bjarn Olsen, farnir frá. Tað skrivar Borsen.dk í morgun.
Hinvegin er Bogi Bendtsen settur sum stjóri.
Men eisini nevndin er skift. Nevndarformaðurin. Frithleif Olsen, er farin frá og er nú vanligur nevndarlimur.
Fyrrverandi næstformaðurin, Odd Bjellvåg, er nýggjur nevndarformaður og samstundis er Tórmund A. Joensen blivin næstformaður