Dátueftirlitið skrivar, at telefyritøkan vildi hava Dátueftirlitið at greiða teimum nærri frá reglunum á økinum, og hvussu tær eiga at tulkast. Tey hugsaðu serliga um, hvørt inngangandi samrøður og SMS eru umfataði av rættinum til innlit.
- Dátueftirlitið svaraði fyritøkuni, at persónsupplýsingarlógin hevur eina áseting, sum er § 15, ið viðvíkur telefonsamskifti og sjálvvirkandi skráseting av hesum, skrivar Dátueftirlitið. Sí lógina aðrastaðni á síðuni her.
Víðari verður sagt, at § 15 í persónsupplýsingarlógini skal skiljast í tí samanhangi, at tað er vorðið alsamt meira vanligt, at starvsfólk eisini nýta arbeiðstelefonir til privata nýtslu. Ásetingin skal tískil skiljast sum ein verja av privatlívinum hjá starvsfólkunum, og ein verja av privata samskiftinum hjá starvsfólkunum. § 15 er galdandi bæði fyri privatar og almennar arbeiðsgevarar.
- Tað er bert sjálvvirkandi skráseting, sum er fevnd av §15, og sostatt er manuell skráseting loyvd. Loyvt er at skráseta talið av útgangandi telefonsamrøðum og sms, og hvussu nógv ta- lutíð verður brúkt, eins og loyvt er at skráseta telefonnummar, um 3 tey seinastu tølini í tele- fonnummarinum eru duld, skrivar Dátueftirlitið.
Dátueftirlitið sigur víðari, at um inngangandi telefonsamrøður sjálvvirkandi kunnu skrásetast velst um, hvørt viðgerðarheimild er til tess í § 8 í persónsupplýsingarlógin.
- Tað er soleiðis bert hvønn nágreiniliga ringt verður til, sum er bannað at skráseta sjálvvirkandi. Tílík skráseting krevur tískil loyvi frá Dátueftirlitinum, sambært § 15 í persónsupplýsingarlógini, sigur Dátueftirlitið.
- Viðvíkjandi § 15 í persónsupplýsingarlógini kann sostatt staðfestast, at greinin er ikki at skilja sum rættur hjá arbeiðsgevara til innlit í telefonsamskifti hjá arbeiðstakara. Arbeiðstakari kann geva arbeiðsgevaranum samtykki til sjálvvirkandi skráseting av telefonsamskifti, men eisini í hesum førum skal arbeiðsgevarin søkja um loyvi frá Dátueftirlitinum, sigur Dátureftirlitið í ársfrágreiðingini.
Altýðandi privat ella almenn áhugamál geva undantak
Dátueftirlitið sigur, at skal arbeiðsgevari hava møguleika til sjálvvirkandi at skráseta, hvønn starvsfólk samskifta við, skulu altýðandi privat ella almenn áhugamál krevja tað, og søkjast skal um loyvi til tess frá Dátueftirlitinum.
- Dátueftirlitið leggur undir viðgerðini um tílík loyvi dent á, hvørt heilt serligar umstøður gera seg galdandi, tað vil siga, hvat endamálið við skrásetingini er, hvussu týðandi hetta er sæð í mun til persónsverndina, og um endamálið kann røkkast á annan hátt, enn við sjálvvirkandi skráseting, sigur Dátueftirlitið.
- Ovurnýtsla av telefon er ikki nóg góð grundgeving til tess at fáa loyvi, tí til ber hjá arbeiðsgevaranum at avmarka hesa nýtslu á annan hátt, enn við sjálvvirkandi skráseting, staðfestir Dátueftirlitið.
Fær telefyritøka eina áheitan frá arbeiðsgevara um, at viðkomandi ynskir sjálvvirkandi skrá- seting av telefonsamskiftinum hjá starvsfólki, so skal fyrsta stigið hjá telefyritøkuni vera, at seta seg í samband við Dátueftirlitið. Tílík skráseting kann ikki fara fram uttan loyvi frá Dátueftirlitinum.
- Arbeiðsgevari kann fáa útgreinaða rokning (innlit í útgangandi samrøður hjá starvsfólki), tá ið 3 tey seinastu tølini í nummarinum eru fjald. Tá ið talan er um arbeiðsgevara/arbeiðstakara samband, og arbeiðsgevarin vil hava fult innlit í útgreinaðar rokningar, ella automatiskt vil skráseta samskifti, so skulu teleútbjóðararnir vísa hesum arbeiðsgevarum til Dátueftirlitið í sambandi við eina umbøn um loyvi, sigur Dátueftirlitið.
Dátueftirlitið staðfestir, at útbjóðarar av telesamskifti skulu eisini hava í huga, at sambært § 15, stk. 3, skulu útbjóðarar ikki senda nágreiniligar útgreinaðar rokningar, soleiðis at hetta hevur við sær, at haldarin fær upplýsingar hann ikki sjálvur kann skráseta sambært § 15, stk. 1.