Stjórar vandamiklir á Facebook

Facebook hevur leingi verið eitt vælumtókt savningarstað hjá starvsfeløgum, og tað letur til, at eisini nógvir stjórar fylgja við á Facebook Tað kann eisini hava avleiðingar, um stjórin fylgjur við tær á Facebook.

 

Fakfelagið HK almannakunngerð, at fleiri limir teirra eru endaðir í trupulleika av, at teirra arbeiðsgevarar fylgja við í tí tey skriva á Facebook. Upplýsingarnir, ið arbeiðsgevararnir finna á Facebook, verða seinni brúktir ímóti starvsfólkunum. Tað skrivar HKblaðið Hovedstaden og HK Danmark nyhedsbrev.

 

Sjúkrameldað á einum náttklubba

Umboð fyri HK sigur soleiðis við ekstrablaði.

- Vit hava upplivað, at eitt starvsfólk í einum handli fekk eina skrivliga ávaring, tí hennara arbeiðsgevari, ið eisini var hennara vinur á Facebook, hevði lisið um hennara frítíðarítrív, umframt sæð myndir.

 

Meðan starvsfólki var sjúkrameldað í einum stuttum tíðarskeiði, sá arbeiðsgevarin á Facebook, at starvsfólki var avmyndað í einum náttklubba. Tað gav sostatt eina ávaring, sum tó seinni var tikin aftur, tí HK Handel Hovedstaden fór uppí málið.

 

Fekk sekkin orsaka av Facebook

Ein næmingur fekk enn harðari lagnu, tá hon skrivaði til ein vin á Facebook, at hon leitaði eftir nýggjum starvi. Hon misti sítt lærupláss tá arbeiðsgevarin fekk frænir av skrivingini.

- Arbeiðsgevarin steðgaði allar lønarflyting, tí næmingurin ?ikki vildi sína útbúgving nóg nógv?, tá hon mitt í sínari lærutíð søkti eftir øðrum starvi. HK fór inni í málið, men fingu tó ikki endurgjald, tí gentan sjálv hevði skrivað tað á Facebook.

 

Nógva meira um vandarnar við Facebook, harímillum, hvussu tveir føroyingar komu í neyð av Facebook í dagsins Sosiali