Stjólu tveir gocarts og koyrdu fullir

Tveir 18 ára gamlir mans í Eysturoynni blivu sunnunáttina tiknir, eftir at teir høvdu stolið tveir gocarts og koyrdu fullir í teimum.
Teir báðir gocartarnir vóru tiknir í grótbrotinum á Lambareiði, men tá ið løgreglan fekk fatur á monnunum, koyrdu teir úti á Toftum.
Menninir royndu at koyra undan løgregluni, og síðani fóru teir at renna undan, men tað eydnaðist løgregluni at fanga báðar menninar, og blóðroynd varð tikin.
Teir verða nú ákærdir fyri bæði brúksstuldur og væntandi eisini rúsdrekkakoyring.