Stjólu sigurin í yvirtíðini

Í evstu løtu basti EB/Streymur GÍ, men Gøtumenn mugu kenna seg nakað snýttar og nipnar, tí í samfullar 90 minuttir høvdu teir verið minst líka væl við í dystinum sum felagsliðið, men í yvirtíðini stjól EB/Streymur sigurin og stigini

EB/Streymur hevur fingið trý tey fyrstu stigini á kontoina í ár, meðan GÍ hevur smakkað ársins fyrsta tap. Soleiðis ljóðar veruleikin úr Sarpugerði nú fyrstu Formuladystirnir í ár eru farnir aftur um bak.
Fyri gøtumenn man tapið vera ein herskin biti at svølgja. Fram ímóti dystarenda stóð á jøvnum, og um nakar hevði verið oman á, so var tað helst heimaliðið. Líka legði Marni Djurhuus í, tí hann prikaði bóltin í netið eftir hornaspark, har gøtumenn mettu, at málverjin Geza Turi varð forðaður í at koma út eftir bóltinum. GÍ-leikararnir vóru í øðini, men dómarin Páll Augustinussen lat ikki við seg koma.
Lítla løtu seinni var Geza Turi aftur í andglettinum. Hesaferð tá hann var komin alt ov langt út um brotsteigin og fyri at verja málið, helst ikki sá aðrar møguleikar enn at takkla Ronnie Samuelsen, sum hevði fingið bóltin, ið Geza Turi hevði sparkað burtur. Taklingin var ógvuliga ófantalig, og dómarin sá seg ikki hava aðrar møguleikar enn at vísa málverjanum av vøllinum.
Stutt eftir útvísingina av Geza Turi staðfesti EB/Streymur sigurin, tá innskifti Leif Niclasen setti bóltin í netið, eftir at pólski Rafal og Bárður Olsen høvdu syrgt fyri uppspælinum.

Málleyst men við stórum møguleikum
Fyrri hálvleikur var málleysur, men ikki uttan málmøguleikar. Stóru kjansirnir komu tó ikki fyrr enn beint upp undir steðgin. Fyrst varð Hanus Eliasen spældur leysur av Sorin Anghel, men lobbarin, sum fuglfirðingurin royndi seg við, var ikki serliga væleydnaður og fór við síðuna av málinum.
Í hinum endanum royndi fyrst Atli Gregersen seg við einum stútara eftir hornaspark, men René Tórgarð bjargaði flott. Síðani spældu Áslakkur Petersen og væl upplagdi Sámal Joensen seg niðan eftir vøllinum, áðrenn Pól Ennigarð slapp at royna seg úr stuttari fjarstøðu, men aftur hesaferð stórbjargaði René Tórgarð.
Liðini komu óbroytt út til seinna hálvleik, og dysturin var so at siga tann sami sum í fyrra hálvleiki. Fótbóltsspælið var ikki tað vakrasta og langt var ímillum stóru kjansirnar. Ein orsøk til hetta var harða spælið, sum til tíðir merkti dystin.
Fyrsta veruliga møguleikan í seinna hálvleiki fekk felagsliðið, tá Símun Eliasen og Hans Pauli Samuelsen í felag broderaðu seg niðan eftir høgru síðu, og víkamaðurin legði ein góðan bólt innfyri, har Sorin Anghel tveitti seg fram og setti høvdið á. Eitt gott álop har allir gjørdu alt rætt, eisini Geza Turi, sum við ein framúrskarandi bjarging forðaði fyri, at bólturin endaði í málinum.

Mál og útvísing
Sum dysturin leið ímóti endanum bendi alt á, at tað fór at enda málleyst í Gøtu. Tað hevði leikað javnt á, og málverjarnir báðir høvdu hvør í sínum lagi imponerað.
Men eftir hornaspark móti dystarenda fekk EB/Streymur mál. Hornaspark varð lagt inn fyri og tað endaði við, at Marni Djurhuus beindi bóltin í netið.
Í eini roynd at fáa stig tveitti GÍ alt fólkið fram og trýsti eisini EB/Streym, áðrenn Geza Turi sá reytt fyri eina ófantaliga takling.
Mønustingin fingu gøtumenn stutt eftir útvísingina, tá Rafal Kwiecinski fór niðan í høgru og fann Bárð, sum legði bóltin fyri føturnar á innskifta Leif Niclasen, ið skoraði trygt.
Dysturin endaði sostatt við einum tveymála sigri til felagsliðið úr Sundalagnum, men sigurin var ikki tryggur, sum úrslitið bendir á. Gøtumenn kenna seg nipnar, tí teir høvdu eina stigið í hondini allan dystin, men tað var tikið frá teimum í yvirtíðini.