- Í dag gerast mong vónbrotin av okkum. Og tað er ikki við okkara góða vilja!!
Soleiðis skrivar Norðfra, Danmark á sínari Facebook-síðu í dag. Sagt verður aftrat, at tey hava havt "óbodnar náttargestir", sum hava stjolið allan tann roykta laksin.
- Og tað, sum verri er: Tey hava stjolið laksin, sum okkara viðskiftafólk skuldu hava á páskum, umframt tiltrongdu frídagarnar hjá roykjarunum.
Á Facebook-síðuni verður eisini spurt, hvør í víðastu verð kann finna upp á at stjala kaltroyktan laks, og hvat skulu fólk brúka so nógvan laks til?
Lagt verður aftrat, at roykjaríið longu er í gongd við at roykja nýggj laksafløk, og leygarmorgunin verður royktur laksur koyrdur út til viðskiftafólk á Sælandi.
Leygardagin hevur Norðfra Danmark eisini royktan laks við á torginum í Faaborg.
- Vit umhugsa, um vit skulu goyma okkara laksafløk á skiftandi ókendum adressum, tí tað er jú onkur, sum veit, at hetta er heimsins besti av sínum slag, leggja tey aftrat.