Stjólu nummarplátir

Sambært sýslumanninum í Vágunum og Norðurstreymoy vóru nakrir parkeraðir bilar í Vestmanna vóru fyri herverkið í vikuskiftinum, nummarpláturnar vórðu stjolnar og lakkið varð skøva.

Tað vóru smádreingir, ið gjørdu herverkið. Hesir eru funnir, og verða nú avhoyrdir saman við barnaverndini. Hóast talan er um børn, kann endurgjaldskrav verða reist ímóti teimum.
Annars var rímiliga friðarligt í Vágunum, onkur smávegis húsófriður var, men ikki nakað stórvegis.