Stjólu heila brúgv

Myndugleikarnir í Russlandi standa sum Kánus, nú tað er avdúkað, at onkur hevur stolið eina heila brúgv á náttartíð, uttan at nakar varnaðist nakað sum helst. Brúgvin, sum er ella rættari sagt var úr stáli, vigar umleið 200 tons. Brúgvin var partur av vegakervinum í landspartinum Kharbarovsk og var millum annað bindilið til eitt orkuverk. Leiðslan á orkuverkinum sigur, at tað fer at kosta tvær ferðir so nógv at byggja eina nýggja brúgv sum ta horvnu. Men myndugleikarnir hava longu gjørt av at byggja eina nýggja. Men hon verður stoypt úr betong, siga teir.