Fríggjanáttina hevði onkur fragd av at stjala eldsløkkiútgerð úr Norðskálatunlinum. Tað skrivar Landsverk á heimasíðu sínari.
Fráboðanarskipanin í tunlinum fór ígongd klokkan hálvgum tvey fríggjanáttina, og alt fyri eitt varð staðfest, at fráboðanin stavaði frá fýra neyðtelefonskápum í tunlinum.
Bummarnir, sum skuldu steðga ferðsluni, fóru alt fyri eitt niður, men eftir at løgreglan hevði staðfest, at eingin vandi var á ferð, slapp ferðslan aftur ígjøgnum tunnilin.
Orsøkin til, at alarmurin fór ígongd, var, at eldsløkkjarar vórðu stolnir úr teimum fýra neyðskápunum, og hetta er nakað, sum verður tikið í sera stórum álvara á Landsverk. Og á heimasíðuni verður heitt á fólk, ið onkursvegna kenna til tilburðin, um at seta seg í samband við Landsverk ella løgregluna.










