Stjólu ein hval

Tríggir sundalagsmenn eru skuldsettir fyri at hava stolið ein hval í grindini, sum legði beinini í Hvalvík sunnukvøldið

Sunnukvøldið legði ein grind beinini í Hvalvík. Grindin taldi 152 hval, og varð dripin beint fyri midnátt sunnukvøldið. Eini 200 bátar luttóku í drápinum við umleið 1100 monnum, umframt fólk á landi.
Klokkan trý sunnunáttina fekk løgreglan boð um, at tríggir sundalagsmenn høvdu stolið ein hval. Teir høvdu hongt hann upp á bátin, og vóru farnir avstað við honum. Teir verða skuldsettir fyri stuldur.