Nøkur ung havnarfólk vóru páskamorgun strandað í Nólsoy, og vildu tey innaftur á meginlandið fyri ein og hvønn prís. Ritan siglir, sum vera man, ikki páskadag, so tey høvdu stolið ein maskinbát, og vóru farin at rógva til Havnar. Av politigarðinum í Havn verður upplýst, at streymurin var harður, og MRCC varð boðsent, og ein gummibátur varð sendur út eftir teimum, tá tey vóru komin um hálvan fjørðin.
Tey ungu verða skuldsett fyri stuldur og fyri brot á sjólógina, tí tey vóru ávirkað, tá tey løgdu frá landi.










