Stjólu dekk og felgur av bili

Onkrar morgnar er verri at sleppa til arbeiðis enn aðrar. Í morgun fekk ein bileigari eina heldur øðrvísi avbjóðing, tí tá viðkomandi fór til bil sín, varnaðist hann, at bilurin stóð á kassum. Tá er torført at sleppa nakran veg.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at onkur hevur tikið bæði dekk og felgur av bilinum. Tó at talan kanska kann vera um, at onkrir óvitar hava verið upp á spæl, so verður málið fyribils kannað sum tjóvari av felgum og dekkum av bilinum.