Stjólu bát av Oyrargjógv

Fýra eysturoyingar millum 15 og 18 ár kunnu vænta sær eina heilsan frá ákæruvaldinum, eftir at teir fríggjamorgunin um hálvgum sjeytíðina stjólu ein árabát av Oyrargjógv.

Meðan teir fóru skúmandi úteftir fjørðinum, komu eigararnir av bátinum koyrandi oman á atløguplássið, har ein annar bilur stóð. Menninir í bilinum vóru miðvingar, sum vóru á veg á fjall á Slættanesi, tá teir varnaðust at báturin var horvin. Eisini hildu teir seg síggja bátin norðantil á fjørðinum, so teir gjørdu ikki matari enn at ringja til løgregluna. Haðani var MRCC boðsent, og leiting sett í verk. Millum annað varð tyrlan gjørt til reiðar, umframt at ein maskinbátur hjá sjóbjargingartænastuni var sendur út. Dreingirnir í árabátinum vóru ikki staðkendir og róku inn móti Vestmanna fyri síðani at venda út aftur og reka norðaneftir fjørðinum. Har fekk MRCC fast á árabátin, og dró hann inn á Oyrargjógv.

Sambært vakthavandi á politistøðini verða dreingirnir skuldsettir fyri stuldur, og helst verður eitthvørt endurgjaldskrav reist móti teimum. Teir vórðu leyslatnir beinanvegin.

Ført hevur verið fram, at tað kann gerast teimum kostnaðarmikið, av tí at tyrlan eisini varð boðsend. Men sambært leiðaranum hjá MRCC, Jóhan J. Jacobsen, hevur tað ikki verið vanligt at krevja endurgjald í slíkum førum.

- Vit eru ein tænasta, sum altíð skal vera til reiðar. So hóast tað sjálvsagt eru ávísar útreiðslur í sambandi við eina leiting, eisini tá báturin er stolin, so er hetta ikki nakað vit tosa um, sigur Jóhan J. Jacobsen. Hann staðfestir í hesum sambandi, at orsøkin til, at tey ikki krevja endurgjald er, at fólk ikki skulu halda seg aftur at venda seg til teirra.