Stjól visakortið hjá manni á Nesi

Fyrrapartin í dag eru vitni avhoyrd í Føroya Rætti í sambandi við stuldurin av visakortinum hjá einum manni á Nesi. Hin ákærdi í málinum er maðurin, sum samstundis er ákærdur fyri at hava dripið og burturbeint Dánjal Petur Hansen, Pidda.

Maðurin á Nesi greiddi frá, at hann kom at kenna ákærda gjøgnum ein rumena, sum býr hjá honum. Ákærdi var sloppin at læna bilhúsið at umvæla bilin hjá fyrrverandi konu Pidda, men teir vóru ongantíð komnir at kennast heilt.

Vitnið segði, at hann als ikki nýtti talutíð, og at hann ongantíð hevði loyvt ákærda at keypa talutíð. Ei heldur hevði hann loyvt ákærda at keypa eykalutir til bilin av visakortinum.

Maðurin á Nesi greiddi frá, at hann hevði skrivað navn, føðingardag, kontonummar og PIN-kotu á ein lepa, sum hann hevði koyrt í mappuna. Hann hevði tó til vana at leggja mappuna á borðið, tá hann settist, og hann heldur tí, at ákærdi kann hava fingið fatur á PIN-kotuni tann vegin.

Hann greiddi eisini frá, at hann einaferð hevði sagt fyri ákærda, at hann hevði mist visakortið burtur. Ákærdi fór tá beinanvegin at leita, og stutt eftir kom hann aftur við kortinum. Hetta segði vitnið seg undrast yvir.

Maðurin segði, at hann einaferð hevði lænt ákærda 2000 krónur, men tær hevði hann fingið aftur. Vitnið segði, at hann vanliga ikki tók pening út úr pengaautomatunum, men at hann kanska hevði gjørt hetta einar tvær ferðir gjøgnum summarið í fjør.

Tvær bankakvinnur vórðu eisini avhoyrdar í morgun, og tær arbeiða báðar í Eik í Fuglafirði. Fyrru ferð tann ákærdi var inni í deildini í Fuglafirði, royndi hann at taka pening út við kassan. Men bankakvinnan kendi mannin, sum átti kortið og royndi at ringja til hann, tó uttan at fáa fatur á honum.

Ákærdi fekk tískil ongan pening útflýggjaðan ta ferðina.

Eina aðru ferð var ákærdi eisini komin inn í deildina hjá Eik í Fuglafirði, og tá vildi hann fáa PIN-kotuna til visakortið hjá manninum á Nesi.

Nú bar tað ikki til at fáa kotuna útflýggjaða, men hendan bankakvinnan varnaðist eisini, at hóast talan var um ein útlending, var navnið á kortinum føroyskt. Hendan bankakvinnan ringdi eisini til navnið á eigaranum av kortinum, og hesaferð fekk hon fatur á viðkomandi. Hann visti einki um, at ákærdi hevði visakortið hjá sær.

Maðurin fekk beinanvegin illgruna til ákærda og segði tað við hann. Ákærdi fekk tá møguleikan at gjalda pengarnar aftur, men tað hevði ákærdi ongan møguleika fyri.

Talan er um eina upphædd á einar 60.000 krónur, og ákærdi er í seks viðurskiftum ákærdur fyri peningaligt svik við visakortinum hjá manninum á Nesi.