Náttin hevur verið heilt friðarlig, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Tó var eitt mál um handilsstuldur seinnapartin í gjár.
Tríggjar tilkomnar kvinnur komu inn í ein handil í høvuðsstaðnum í gjár. Tá tær vóru farnar, varnaðust starvsfólkini, at fitt av undirklæðum var horvið.
Løgreglan var boðsend og saman við starvsfólkunum varð hugt eftir upptøkunum frá vakmyndatólinum í handlinum.
- Onkur bar kenslu á einu kvinnuna, og tá vit settu okkum í samband við hana, játtaði hon stuldurin, sigur vakthavandi. Hon hevði stolið undirklæði fyri 2.554 krónur.
Kvinnan má rinda fyri klæðini, eins og at hon verður skuldsett fyri stuldur og fær væntandi eina bót fyri tað.










