Stjól spritt av sólmiðstøðum í Havn

Í morgin tók løgreglan ein mann fyri at stjala spritt av eini sólmiðstøð í Havn.

Í seinastuni hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir frá sólmiðstøðum, sum hava greitt frá, at dunkarnir við spritti, eru tømdir um náttina.

Sprittið verður brúkt at reinsa sólirnar við, áðrenn man leggur seg.

Men í nátt varð tjóvurin fangaður á vakmyndatólinum í eini sólmiðstøð og sostatt fekk løgreglan eyðmerkt mannin, so at hann kundi verða tikin í morgun.

Løgreglan hevur eisini fingið fleiri fráboðanir um at penga-automatirnar á sólmiðstøðum verða stolnar.

Flestu sólmiðstøðir eru ómannaðar, so nógvar hava vakmyndatól, har automatin og sprittdunkarnir eru.