Stjól sigarettir

Herverk varð framt á fýra bátar um vikuskiftið á Skálatrøð og í Vágsbotni. Tá fólk fara oman at pumpa bát, so síggja tey, at onkur hevði gjørt seg inn á bátarnar. Løgreglan kannar málið.
Leygarkvøldið stjól ein maður í Havn tveir pakkar av sigarettum, men hann varð tikin av løgregluni løtu seinni.

-hkm