Stjól mat frá gestum og endaði í brummuni

Ein fullur maður varð blakaður í fangaholið fríggjakvøldið, tí gestir á Hvonn fingu ikki matnáðir fyri honum. Annars var friðarligt um vikuskiftið.

Góðveðrið ger fólk góð. Í øllum førum hevur politiið í Havn havt lítið at gera um vikuskiftið, hóast býurin uddi av fólki. Vakthavandi í Bronx sigur við Sosialin, at tveir mans vórðu tiknir inn fríggjakvøldið, báðir tí teir vóru so fullir, at teir vóru til ampa fyri fólk. Annar gekk og forstýraði úti á Café Karlsborg allan dagin, meðan hin órógvaði gestir, sum vóru farnir út at fáa sær ein góðan bita í Hvonn. Millum annað gekk hann og nápaði bitar av matinum hjá fólki, og fekk sær at drekka frá teimum. Til endans varð løgreglan boðsend, og maðurin settur í skansan. Søgan sigur onki um, hvat var á matarskránni á tí hotellinum.