-Vil Guð, at eg skal koma aftur, komef aftur, segði Charles Taylor, tá hann tann 11. august noyddist at fara av landinum eftir trýsti úr millum annað USA.
Nú er komið fram, at einaræðisharrin stjól næstan helmingin av pengunum í liberiska ríkiskassanum, áðrenn hann fór avstað. Talan er um næstan 100 milliónir dollarar, sum hann skal hava nýtt til at keypa sær hús í øðrum londum og vápn fyri.
Sambært New York Times fekk liberiski ríkiskassin einar 200 milliónir dollarar í inntøku ta tíðina, Taylor stýrdi landinum, men helmingurin av pengunum er ikki at finna.