Ein av ákærunum móti tí gott 50 ára gamla manninum í Føroya Rætti mikudagin, var stuldur av einari høglbyrsu úr handlinum hjá Jógvan Weihe.
Tað kom ikki fram í rættinum, hvussu ákærdi bar seg at við at stjala byrsuna, men tað stutta av tí langa er, at byrsan varð stolin og ongantíð latin handlinum aftur.
Sterkur illgruni var tó um, at tað var ákærdi, sum hevði tikið byrsuna, men tá politiið við rannsakingarloyvi í hond skuldi rannsaka húsini hjá ákærda, var hesin fluttur.
Málið datt í á gólvið.
Men tá nú ákærdi varð meldaður fyri at skjóta upp í loft við einari høglbyrsu, rann vitið aftur á politiið, og hald var lagt á byrsuna.
Trupulleikin var bert tann, at ákærdi hevði broytt byrsuna so nógv, at hon ikki soleiðis uttan víðari var at kenna aftur
Fyri fyrstu ferð tey 11 árini eg havi starvast við Føroya Rætt, var neyðugt at senda eitt vápn niður til Danmarkar til nærri kanningar fyri at eyðmerkja tað, segði Linda Hesselberg, ákæri.
Staðfest varð, at talan var um somu Winchester høglbyrsuna, sum varð stolin frá Jógvan Weihe fyri skjótt fýra árum síðani.
Hóast byrsan kostaði 16.000 krónur hevur Jógvan Weihe valt, ikki at krevja endurgjald fyri stuldurin, tí partvís er byrsan komin aftur íaftur, og partvís er hon at meta sum eitt listarverk, varð upplýst í rættinum.