Stjól 8.000 frá eldri manni


Langafríggjadag hevði ein eldri maður í Tróndargøtu í Havn óbodnar gestir. Ein brævbjálvi við 8.000 krónum var nevniliga horvin, tá hann kom aftur at húsum. Stuldurin er framdur millum klokkan 17 og 20.
Gerningsmaðurin hevur rótað runt í húsunum og endavent ymsum í leitanini eftir virðismiklum lutum og peningi. Einki bendir á, at maðurin visti frammanundan, hvar peningurin lá.
Húsini vóru ikki læst, og tí slapp maðurin ótarnaður inn eftir peninginum.